18. mars læt nýggjur leikutoys-og blómuhandil upp miðskeiðis á Tvøroyri.
Tað er handilin Karl Jespersen, sum Barbara Nolsøe eigur og rekur. Barbara hevur keypt Spf. Karl Jespersen, vanliga róptur handilin hjá Gigu-Karl.
- Í niðaru hæddini havi eg blómuhandil og onkrar búnýtisvørur, og í ovaru hæddini eru leikur og onkrar súkklur, soleiðis at tað ikki altíð skal vera neyðugt at fara norður um fjørðin fyri at keypa eina súkklu.
Forvitnisligi handilin hjá Barbaru Nolsøe er opin vanligar dagar frá klokkan 10-17.30, fríggjadag til klokkan 18, og leygardag er opið frá klokkan 10-14.
- Orsøkin til, at vit valdu at hava blómuhandil í niðaru hæddini er, at vit halda, at ein slíkur handil vantar í Suðuroynni, sigur Barbara Nolsøe.
Hon heldur, at tað er ógvuliga spennandi at vera farin í holt við egnan handil og afturmeldingarnar, hon hevur fingið, hava verið góðar.