Nýggjur handilsrisi

Poul Hansen og Haraldsen leggja nú allar handlar sínar saman í eitt felag

 

Kappingareftirlitið boðar frá, at P/F Poul Hansen og Sp/f Haraldsen hava gjørt av at stovna nýtt felag, sum skal yvirtaka matvøruhandlarar hjá báðum pørtum. Talan er um Á-handlarnar við Landavegin, við Sundsvegin, í Vestmanna og Haraldsen í Fuglafirði, Toftum og Glyvrum.

 

Stjórar í nýggja felagnum verða Høgni Hansen, sum er stjóri hjá P/F Poul Hansen, og Kristian Suni – Bassi – Haraldsen.

 

Tá talan er um samanleggin av virksemi, skal Kappingareftirlitið góðkenna samanleggingina. Møguligar viðmerkingar skulu sendast Kappingareftirlitinum í seinasta lagi 23. september, skrivar Kappingareftirlitið á hemasíðu sínari.