Tey, sum fáast við grind hava nú í ein mansaldur vant seg við at síggja andlitið á Jústines Olsen, djóralækna, men nú fer hann at leggja frá sær.
Jústines Olsen hevur gjørt eitt stórt arbeiðið fyri at menna drápsháttin, umframt at hann hevur ferðast runt landið at kunna grindamenn um grindahval. Hann hevur eisini hildið skeið kring landið fyri grindamonnum, og yvirhøvur hevur hann upplýst um grindadráp og vart okkara sjónarmið.
Men nú hann takkar fyri seg, hevur Fiskimálaráðið eisini sett mannin, sum skal taka við eftir hann.
Tað er djóralæknin Signar Petersen, sum hevur verið djóralækni síðani 2004. Á aðalfundinum segði hann, at hann hevur ikki tær stóru royndirnar, hvat hvali viðvíkur, hann fæst mest við hundar, kettur, neyt og ross, so hann hevur nógv at læra.
- Men tað er bara at koyra á, legði hann afturat.
Les meiri um aðalfundin hjá Grindamannafelagnum í Sosialinum, sum verður borin í hvørt heim í dag.