Ein av best umtóktu sjónvarpsrøðunum í heiminum seinastu árini, Game of Thrones, hevur kunngjørt ein brellbita um nýggju partarnar, ið verða vístir seinni í ár.
Hóast lýsingin einans er 41 sekund til longdar, so hevur hon vakt ans millum fjepparar, ið leita eftir teknum, ið hvat er hent við Jon Snow, ein av høvuðspersónunum, hvørs lagna hongur í leysari luft aftaná síðsta partin í sjónvarpsrøðini.
Hetta er sætta sesong av Game of Thrones, ið er bygd á bøkurnar A song of Ice and Fire, ið George R. R. Martin hevur skrivað.
Frammanundan hava tey, ið hava lisið bøkurnar, havt tann fyrimunin, at tey hava vitað hvat fór at henda í sjónvarpsrøðini, men nú yvirhálar sjónvarpsrøðin sjálvar bøkurnar, og sostatt eru øll nú í somu støðu.
Til ber at síggja lýsingina við at trýsta á pílin á myndini.