Nýggjur fyrstilærari í Kaldbak

Hon tekur við á nýggjárinum

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Signy A. Hermansen í starvið sum fyrstilærari í Kaldbak. Hon tekur við á nýggjárinum.

 

Signy A. Hermansen er 40 ára gomul og býr í Havn. Hon tók læraraprógv í 2012 og síðani hevur hon verið lærari á Giljanesi. Frá 1. mai til november í ár var hon tó partur av leiðsluni og røkti starvið sum varaskúlastjóri.

 

Eisini hevur hon ymisk viðkomandi skeið, sigur Mentamálaráðið