Nýggjur Fólkaheilsustovnur skal bøta um heilsuna

Nú skulu vit hava ein Fólkaheilsustovn við fakfólkum

 

Nú skal serligur Fólkaheilsustovnur skipast við fakfólki.

 

Tað ætlar Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

 

Í morgun hevur hann greitt Løgtinginum frá, hvussu hann ætlar at nýskipa heilsuverkið, Tá staðfesti hann, at eitt munadygt fólkaheilsuarbeiði má byggja á eitt vísindaligt støði og tí eigur fólkaheilsuarbeiðið at verða grundað á gransking.

 

Karsten Hansen sigur, at vit hava ikki nóg neyva og skipaða vitan um fólkaheilsuna hjá føroyingum sum heild.

 

- Hetta hevur við sær, at vit ofta nýta útlendsk hagtøl, tá vit viðgera støðuna viðvíkjandi fólkaheilsuni, tí vit halda, ella lata sum um, at støðan í Føroyum er áleið tann sama sum í hinum Norðanlondunum.

 

Les eisini: Føroyar skipast í 5-7 heilsudeplar

 

 - Nakað av gransking fer fram í Føroyum innan fólkaheilsu. Men við tað, at økið ikki er skipað, er trupulleikin, at vitanin er spjødd og óskipað.

 

Landsstýrismaðurin heldur, at vit eiga nógv munadyggari vitan um heilsustøðuna hjá føroyingum og tí skal ein Fólkaheilsustovnur skipast, sum skal hava tað yvirskipaða arbeiðið á fólkaheilsuøkinum um hendi.

 

Eitt arbeiðsøkið hjá Fólkaheilsustovninum verður at greina fólkaheilsuna í Føroyum, skipa fyri gransking innan fólkaheilsu í Føroyum, taka stig til fólkaheilsuátøk, skipa fyri screeningum og virka sum ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, einstaklingum, og øðrum.

 

Karsten Hansen heldur, at Fólkaheilsustovnurin skal gerast við at umskipa Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

 

- Fólkaheilsustovnurin skal hava starvsfólk við viðkomandi førleikum, innan gransking, samskifti og at skipa fyri átøkum.

 

- Fólkaheilsustovnurin kann eisini røkja uppgávuna sum skrivstova fyri Fólkaheilsuráðið.

 

Í sama viðfangi skal Fólkaheilsuráðið umskipast og víðkað við umboðum fyri sjúklingafeløg, ítróttarfeløg, áhugafeløg og stovnum, sigur Karsten Hansen.