Nýggjur deildarleiðari á Matriklinum

Jeppe Sommer Bruun, landinspektørur, er settur í starv sum deildarleiðari á Matrikul á Umhvørvisstovuni. 

 

Jeppe er 31 ára gamal, og hevur verið í starvi á Umhvørvisstovuni síðani mars 2021. Frammanundan starvaðist hann í seks ár hjá privatari landmátarafyritøku í Danmark.

 

Hjá nýggja leiðaranum verður ein av fremstu uppgávunum at víðarimenna matrikulin og at virka fyri øktari talgilding av matrikuleru veitingunum.

 

Jeppe avloysir Ronnie Thomassen, sum heldur fram í ráðgevarastarvi á Umhvørvisstovuni.