Nýggjur bakspælari til VÍF

Adina Ghidoarca skal avloysa Duritu Christophersen, sum neyvan spælir meira hetta kappingarárið

 

 

Í Vestmanna hava tey leitað eftir avloysara fyri Duritu Christophersen, sum neyvan fer at spæla aftur hetta kappingarárið.

 

Avloysarin fyri Duritu er rumeni og eitur Adina Ghidoarca. Hon er 27 ára gomul, og seinastu tíðina hevur hon spælt í Turkalandi, skrivar VÍF á heimasíðuni.

 

Adina kann spæla øll bakplássini, og hon verður lýst sum ein væl gávaður spælari við einum góðum skoti.

 

Roknað verður við, at øll viðurskiftini kring spæliloyvið hjá nýggja spælaranum eru avgreidd í vikuni.