Seinastu 14 árini hevur verið skipað fyri kapping nýggjársaftan. So verður eisini í ár, og verða tað Føroya Triathlon Felag, Tórshavnar Súkklu Felag & Fjallasúkklufelagið sum standa fyri. Byrjað verður við Kerjalon kl 10.00.
Til ber aftur at velja 3 greinar:
1. Duathlon: Renning 6 km- fjallasúkkling 18 km- renning 2 km
2. Fjallasúkkling: Unglingar 18 km. Vaksin 30 km
3. Renning: 6 km og 12 km
Greinarnar eru so aftur býttar upp í bólkarnar ungdóm (17 ár), elitu (18-50) og veteranar (50+).
Øll byrja í senn. Tey, ið renna, fara av ríðingabreytina suðuryvir, og renna við sólini. Fjallasúkklarar/súkklararnir fara av ríðingabreytina vesturyvir, og súkkla móti sólini.
Av trygdaráðum verða gøturnar stongdar fyri aðrari ferðslu meðan kappast verður, og standa vaktarfólk við gøturnar at hjálpa, um onkur villist inn á kappingarleiðina.
Møtt verður við Hotel Føroyar, Kerjalon og rossagøtunum nýggjársaftan klokkan 10.00.