Nýggjar vindmyllur bílagdar

SEV og týska ENERCON undirskrivaðu í dag sáttmála um, at ENERCON framleiðir og setur upp 13 vindmyllur í Húsahaga. Myllurnar kosta 85 mió kr., og við hesum verður vindorkan í Føroyum næstan trífaldað

Nýggju myllurnar, sum verða settar í rakstur næsta heyst, eru 11,7 MW og tær geva væntandi 41 GWt árliga. Vindorkan á føroyska elkervinum verður við hesum næstan trífaldað úr 10 prosentum upp í 26 prosent av elframleiðsluni tilsamans um árið. SEV fær umleið 35 prosent av árligu elframleiðsluni burtur úr vatni, og tá ið framleiðslan úr vindi fer at telja 26 prosent, verður samlaða elframleiðslan úr varandi orkukeldum umleið 60 prosent av allari elframleiðsluni, skrivar SEV í tíðindaskrivi.

 

 SEV og ENERCON eru eisini farin at menna eina løðiskipan til vindmyllulundina í Húshaga. Talan er um at taka streymin frá myllunum á goymslu og lata hann út aftur á elkervið, tá ið tørvur er á tí. Skipanin skal mennast serstakt til føroyska elkervið fyri framhaldandi at tryggja eina støðuga elveiting.

 

- Samstarvið við ENERCON er eitt stórt framstig, sum økir nógv um elframleiðsluna burtur úr varandi orkukeldum, og harvið minkar oljuparturin. Vit eru á grønari kós, sum í komandi árum skal minka framleiðsluna úr olju uppaftur meira, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

 

Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Hákun Djurhuus um tær nýggju vindmyllurnar.