Nýggjar royndir í trolfríum økjum

Teir, ið eiga og reka ísfiskatrolararnar, bíða nú spentir eftir nýggju royndunum at veiða upsa við rist í trolinum.

Royndirnar við rist í trolinum, sum ísfiskatrolararnir Heykur og Falkur gjørdu tíðliga í fjør summar, eydnaðust so mikið væl, at Havstovan ætlandi longu í januar fer at gera nýggjar royndir við somu skipum, sum Faroe Origin eigur. 

 

Eins og fyrru royndirnar, verða hesar seinnu royndirnar eisini gjørdar í samstarvi millum Havstovuna, reiðaríið hjá skipunum, Vørn og trolvirkið Vónina.

 

Royndirnar, sum Heykur og Falkur gjørdu, vístu, at til ber at skilja umleið 60% av smáa upsanum úr veiðini við at fiska við rist í trolinum.

 

Mett verður tí, at møguleikar partvís eru at fiska í økjum, ið higartil eru stongd vegna ov stóra íblanding av smáum upsa.

 

Smái upsin, sum ristin skilir úr aftur trolinum, tekur eftir øllum at døma ikki skaða av viðferðini, tí sjónbandsmyndir vístu, at fiskurin, sum fer út aftur gjøgnum ristina, svimur burtur frá trolinum, sprelllivandi.

 

Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, vísir á, at tað, sum ræður um við ristini, er, at tann smái fiskurin verður soldaður frá, samstundis sum tann stóri upsin ikki verður mistur.

 

- Tað eru ymiskar orsøkir til, at økir eru friðað. Hetta er ikki bara fyri at verja smáupsa, men eisini fyri at skilja sundur húk og trol á landgrunninum - og so eru eisini gýtingarfriðingar.

 

Stjórin á Havstovuni sær tað ikki sum ómøguligt, at onkur stongd øki kunnu latast upp aftur fyri trolveiði, um royndirnar, sum verða gjørdar í næstum, eydnast líka so væl, sum royndirnar tíðliga í fjør summar. 

 

- Jú, tað er væl hugsandi, at ein partur av hesum økjum kunnu latast upp aftur uttan stórvegis hóvasták. Hetta hevði so aftur merkt, at partrolararnir ikki vórðu so nógv trongdir saman, sum teir eru nú, sigur Eilif Gaard.

 

Støðan hjá upsanum er nógv betri enn hjá eitt nú toski og hýsu, og upsastovnurin er soleiðis nógv betri fyri enn toska-og hýsustovnurin, tó at eisini upsastovnurin hevur havt eina lítla afturgongd.

 

Teir, ið eiga og reka ísfiskatrolararnar, bíða nú spentir eftir nýggju royndunum at veiða upsa við rist í trolinum.