Henda myndin er frá einum øðrum dronu-álopi á russiska høvuðsstaðin, Moskva.

Nýggjar royndir at søkja at Moskva

Annað samdøgrið á rað hevur russiski høvuðsstaðurin verið fyri dronu-hóttanum.

Henda myndin er frá einum øðrum dronu-álopi á russiska høvuðsstaðin, Moskva.

Aftur í nátt hevur russiski høvuðsstaðurin, Moskva, verið hóttur av álopsdronum.

 

Sambært borgarstjóranum, Sergej Sobjanin, hevur russiska loftverjan skotið niður tvær dronur, sum vóru á veg móti Moskva.

 

Hetta sigur hann á boðtænastuni, Telegram, tíðliga í morgun.

 

Borgarstjórin leggur aftrat, at álopsdronurnar vórðu skotnar niður um 04-tíðina í nátt, lokala tíð. Onnur varð skotin niður á leiðini við Kaluga og hin við ringvegin, sum gongur runt Moskva.

 

Fráboðanin hjá borgarstjóranum kom, eftir at russisk hjálparfólk fyrr í nátt høvdu verið úti og sløkt ein eld á einum bilaverkstaði í Domodedovo, stutt uttanfyri Moskva og einar 10 kilometrar frá einum flogvølli.

 

Tað visti tíðindastovan, RIA at siga, og her varð lagt aftrat, at eldurin var í einum øki, sum fevndi um einar 1000 fermetrar.

 

Upptøkur á sosialum miðlum vísa svartan royk, sum stendur uppí loft og eina flammu, sum sæst fleiri hundrað metrar. Beint fyri eldin, søgdu fólk seg hava hoyrt spreingingar.

 

Samdøgrið frammanundan vórðu eisini tvær dronur sambært russiskum myndugleikum skotnar niður nærindis russiska høvuðsstaðnum.

 

 

 

Henda myndin er frá einum øðrum dronu-álopi á russiska høvuðsstaðin, Moskva.