Nýggjar reglur fyri at hava bát liggjandi í Havn

Reglurnar eru ikki galdandi fyri tey, sum koma á ólavsøku í báti

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at broyta reglurnar fyri tey, sum hava bát liggjandi í Havn. Kári Johansen, formaður í Havnanevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at ein broyting er, at tað verður ikki loyvt at búgva umborð á bátum, sum liggja í Havn. Sostatt ber tað ikki til at hava fastan bústað umborð á bátinum, men tað ber heldur ikki til at leiga bátar út til ferðafólk, eitt nú ígjøgnum Airbnb.

 

Hann sigur, at ein orsøk er, at tey hava ikki umstøður at taka ímóti burturkastinum frá bátum og tey hava heldur ikki umstøður at tøma septiktangarnar umborð.

 

Hetta merkir kortini ikki, at fólk ikki eru vælkomin til Havnar við báti.  Reglurnar eru nevniliga ikki galdandi fyri stuttleikabátar, sum koma til Havnar í nakrar dagar og reglurnar eru heldur ikki galdandi fyri tey, sum koma til Havnar á ólavsøku í báti.

 

Tórshavnar Havn hevur ein gestabryggju, og har eru bátar vælkomnir og tey kunnu búgva umborð, sigur Kári Johansen