Nýggjan bátahyl í Álakeri

Tá í nýggja havnarlagið er liðugt, er møguleiki at gera nýggjan bátahyl í Álakeri. Hetta uppskotið, ið sæst her, gevur pláss til 150 nýggj bátapláss og 60 gestapláss. Hetta er ikki dýrt, tí vit sleppa undan at fylla út og gera grótkast. Nýggja havnalagði ger, at aldan fer frá 2,4m niður í 0,4m.

 

Vit hava enn langan bíðilista til bátapláss í kommununi, men nú er møgleiki at sleppa heilt av við bíðilistan.

 

Tað er týdningarmikið at varðveita og menna trivnaðin millum bátafólkið. Tað er her fólk við sama áhuga fyri bátum, útróðri, fuglaveiðu ella tað meira nýggja fyribrigdi við regatta og bátastevnum kring landið. Her eru umstøður og tíð til at møtast og práta um dagsins viðurskifti – umframt eisini veðrið, sjálvandi.

 

Fáa vit ávirkan er hetta eitt mál Fólkaflokkurin vil arbeiða fyri.

 

Sjúrður Olsen

Býráðslimur