Men tað skal vera innan fyri ríkisfelagsskapin.
389 orð á tveimum teimum síðstu síðunum – síðu 85 og 86 – í samgonguskjalinum hjá nýggju donsku stjórnini, snúgva seg um ríkisfelagsskapin og Føroyar og Grønland.
Har gera teir tríggir flokkarnir greitt, at stjórnin ynskir eitt ein sterkan felagsskap millum Danmark, Føroyar og Grønland, har vit styrkja samstarvið um mál av felags áhuga, og har vit geva pláss til ymisleika:
Spurningurin um sjálvstýri fyri Føroyar og Grønland verður – eftir stjórnarinnar uppfatan – avgjørt av føroyska og grønlendska fólkinum.
Vit virða, at tað í Føroyum og í Grønlandi eru ynski um egna grundlóg, men leggja samstundis avgerandi dent á, at egnar grundlógir – til Føroyar og Grønland máttu verði sjálstøðugir statir – kunnu rúmast innan fyri karmarnar í ríkisfelagsskapinum og ikki føra til ótryggleika um Føroya og Grønlands núverandi grundlógarstøðu í ríkinum
Vit ynskja konstruktivt samstarv við Føroyar og Grønland. Vit vilja í sambandi við størri samráðingar í relevantum høpi hava serligar samráðingar við føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini.
Stjórnin ynskir tætt samskifti við Føroyar og Grønland um Brexit. Vit leggja dent á, at áhugamálinum hjá øllum ríkinum verð atikin við í komandi samráðingunum.
Vit raðfesta eitt tætt samstarv í ríkisfelagsskapinu um Arktis og um okkara altjóða arbeiða í millum annað Arktiska Ráðnum.
Konjukturarnir eru í dag góður í Føroyum og Grønlandi, men tað eru framvegis stórar óloystar avbjóðingar upp á longri sikt. Vit eru positiv yvir fryi at samstarva um fyrisitingarligan stuðul, herundir í sambandi við búskaparligar nýskipanir, um Føroyar og Grønland ynskja tað.
Stjórnin vil uppraðfesta loypandi at dagføra lógir fyri Føroyar og Grønland á økjum, sum Danmark hevur ábyrgdina av. Og vit vilja arbeiða fyri einum standar á donskum ábyrgdarøkjum í Føroyum og Grønlandi, sum svara til standardin í Danmark, við teimum serligu frávikum, sum kunnu grundast í føroyskum og grønlendskum viðurskiftum.
Stjórin vil í samstarvið við Føroyar og Grønland halda fram við arbeiðinum at minka marknaforðingar.
Við góðtaka týdningin, sum Thulebasin hevur fyri Grønland, og vit vilja saman við Naalakkersuisut (landsstýrinum) arbeiða fyrini ein loysn av málinum um tænastusáttmálan.
Stig eru tikin til at kanna, hvussu umfatandi dálkingin frá Cap Century, herundir at víðka verandi klimamonitering til økið. Stjórnin vil síðani meta um tørvin á eini umhvørviskanning av møguligari dálking har.
Vit vilja halda fram við arbeðinum at styrkja inklusiónina av grønlendingum í Danmark, herundir at bøta viðurskiftini fyri sosialt útsetttum grønlendingum.
Stjórnin vil í samstarvið við Grønland halda fram við arbeiðinum at bøta umstøðurnar hjá grønlendskum lesandi í Danmark við tí máli, at fleiri lesandi gera útbúgvingar sínar lidnar.










