Síðast hond verður nú løgd á, at nýggja og snotiliga Betesda skal lata upp í morgin, leygardagin kl. 15 við drúgvari skrá. Talan er um eitt spennandi hús við nógvum broytiligum kørmum og sum annars tøkniliga má sigast at vera í fremstu røð - ella kanska fyri sína tíð.
Til ber lættiliga at flyta veggir og á henda hátt vaksa um salin, eins og hjárúm eru mong til ymiskar fjølbroyttar nýtslur.
Tøkniliga ber til at broyta ljóðið, klang og eftirklang so tað hóskar til eitt størri kór ella ein einstakling, sum førir fram. Hópin av sjónvarpsskíggum eru runt umkring og eisini ein stórskíggi, sum sigst skal hava bestu og nýggjastu tøkni. Stýringar av allari hesi tøkni eru at samanbera við eina væl vaksna sjónvarps- ella útvarpsstøð.
Ikki minni spennandi er sjóhitaverkið, sum hitar alt húsið upp. Her hava nógvir dugnaligir maskinmenn fingið eina skipan at virka, sum kostnaðrliga og umhvørvisliga er sera áhugaverd.
Eitt vælaverk av einum spennandi húsi, sum tú bert kann standa spyrjandi og hyggja at. Og at tað skal hava kunnað latið seg gera, at fáa tað upp fyri eina so lítla upphædd sum 27 mill, er undrunarvert.
Kl. 15. í morgin lata dyrnar upp við drúgvari skrá, har víst verður runt í húsinum og frágreiðingar annars eru um húsið.
Kl. 18 Nýggja Betesda verður alment tikið í nýtslu
Kl. 19 Felagssangur
, Barnakórið
, Kvartettin í Betesda
, 17 Sangarar og
Betesdakórið
.
Kl. 21 Ung í Betesda
Samkoman í Betesda gleðir seg til dagin og bjóðar øllum hjartaliga vælkomin!
Tekstur og mynd: Dávur Winther