Nýggja nólsoyarferjan nógv dýrari enn ætlað

- Men tað er eingin orsøk til ”panikk”, sigur stjórin á Strandferðsluni

Í gjár vóru tilboðini uppá at byggja nýggja Nólsoyarferju latin upp, og nú fer Strandferðslan at kanna tilboðini, sum eru komin inn.

 

Men longu áðrenn tilboðini eru kannað, er kortini greitt, at nýggja ferjan er væl dýrari enn tað, løgtingið hevur sett av til endamálið, og tað, sum Strandferðslan hevði mett, at hon fór at kosta, ásannar stjórin í Strandferðsluni, Hilmar Eliasen.

 

Nýggja Nólsoyar-fergan skal taka 10 til 12 persónbilar ella tveir tveir lastbilar og fimm persónbilar, og um summarið fer honn at taka 170 ferðafólk og um veturin 90.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá, hví ongin orsøk er til panikk, kortini