Nýggja landsstýrið er ikki mannað enn

Tey eru ikki komin á mál við at manna landsstýrið ella gera av, hvussu nógv landsstýrisfólk skulu vera í nýggja landsstýrinum.

 

Tað upplýsti Aksel V. Johannesen fyri útvarpinum í morgun. 

Hann segði annars í gjárkvøldið, at ætlanin var at koma á mál við hesum í gjárkvøldið ella í nátt, tó at hann hevði fleiri fyrivarni um, at hesar ætlanir kundu verða órógvaðar.

Á middegi skal Aksel V. Johannesen aftur hitta løgtingsformannin, tá freistin, hann fekk, gongur út. Um hann tá ikki er komin á mál, verður freistin helst longd

Tað einasta, sum er heilt vist er, at løgtingsfundur verður hósmorgunin.

Stýrisskipanin ásetir, at nývalda løgtingið kemur saman til fundar klokkan 10.00 tólvta yrkadag eftir valdagin, uttan so er, at løgmaður ikki longu hevur boðað til fundar.

Tá ið valbrøvini eru góðkend, verður løgtingið sett, og valdir verða løgtingsformaður og næstformenn.

Løgtingsformaður og næstformenn sita alt valskeiðið uttan so er, at teir sjálvbodnir leggja frá sær ella fýra fimtingar av øllum tingmonnum skrivliga krevja nýval av formansskapi.

Vanliga verður løgmaður eisini valdur á hesum fundi, og tá plagar hann eisini at kunngera nøvnini á nýggju landsstýrisfólkunum, sum hann tilnevnir seinni sama dag.