Myndir: Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Nýggja iPhone 15 fer at hava USB-C stikk

Tað er eitt krav frá ES nevndini, at allir løðarar til fartelefonir skulu vera líka

 

Myndir: Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Tann nýggja iPhone 15 fer at verða lødd við einum USB-C-kaðali eins og aðrar nýggjar telefonir.

Tað upplýsti Apple á tíðindafundi í kvøld.

Harvið sleppur Apple sínum serliga lightning-stikki, sum allar iPhones síðani 2012 hava havt.

Tað er eitt krav frá ES nevndini, at allir løðarar til fartelefonir á heysti 2024 skulu vera líka.

ES hevur gjørt av, at júst USB-C-løðarar skulu vera standard.

 

##med2##

 

##med3##

 

 

Myndir: Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix