Nýggja Heimsatlasið - nøkur orð til Birgir Kruse

Góði Birgir

 

Fleiri við mær mundu hvøkka við, tá tú í gjárkvøldið komst fram í útvarpinum við fráboðan um, at nú fór almenningurin brátt at fáa høvi til at blaða í nýggja heimsatlasinum í tí líki, sum NÁM hugsar sær tað.

 

Men, Birgir góði, hvussu kanst tú loyva tær at koma soleiðis sum ketta upp úr høvdatrog um eitt evni, ið slík orrusta hevur verið um, áðrenn Málráðið, sum Mentamálaráðið hevur sett til m.a. at gera úrskurð um málið, er komið við sínari niðurstøðu?

 

Og hvussu kanst tú loyva tær somuleiðis at gjara út á Facebook um tínar áskoðanir og tey ynskir og ætlanir, sum NÁM kann hava í hesari søk, ið enn liggur í bíðistøðu? Hvønn rætt og hvønn málsligan og landafrøðiligan førleika hevur tú til at gera tað?

 

NÁM ( fyrr Føroya Skúlabókagrunnur ) hevur gjørt og ger megnarverk til tess at skaffa føriskt bókatilfar til vega. Men er tað nú veruliga so, at tú og tín stovnur onki hirða um demokratiskar meginreglur, sum okkara samfelag byggir, er vandi á ferð.

 

Tá tú í útvarpsprátinum nevndi um broytingar, sum eftir tykkara ætlan fóru at vera frá tí verandi útgávuni, vóru tað góð tíðindir. Men viðvíkjandi øðrum stavsetingarligum grundreglum, sum hava verið fyri atfinningum, men sum tit kortini fóru at halda fast um, kann eg illa bara mær frá at lofta tveimum dømum, sum tú tókst fram: Zimbabwe og Chile kunnu ikki lomgur stavast, sum Norðurlond og tað mesta av vesturheiminum gera tað, tí z, w og c teljast ikki longur millum føriskar bókstavir, og onki orð kann enda við e á føriskum.

 

Fyri nú at taka tað seinna fyrst, so er veruleikin júst tann øvuti: føriska endaljóðið er e, soleiðis sum allir føringar í 19.øld eisini skrivaðu tað eftir oyranum. Men eftir tilmæli frá donskum professara, at vit skuldu stavseta “med islandske endelser” kom tað til tað, at vit skriva i, sjálvt um vit siga e. Hesum kunnu vit liva við, men tað gevur ikki orsøk til, at vit mugu broyta altjóða stavseting frá e til i. Viðvíkjandi tí, at okkara stavarøð sum tann einasta í øllum vesturheiminum  ikki longur skal kunna hýsa c, q, w, x og z kann vísast til, at stórur meiriluti var á Føroya Løgtingi fyri ikki at skerja okkara stavsetingarlag við slíkum inntrivi.

 

Vinaliga

 

Ólavur Hátún