Nýggj útvarpsstøð fyri tey vaksnu

Fólkini handan VoxPop lata nú nýggja útvarpsstøð upp, í hesum sambandi kemur E-Type til Føroyar.

Leygarkvøldið 15. mars byrjar nýggj útvarpsstøð í Havn, ið vendir sær til tey eitt sindur eldru, ið elska tónleikin úr 80’unum, 90’unum og um ártúsundskiftið. Støðin fer at eita Kiss FM, siga fyriskipararnir í tíðindaskrivi.

 

Í sambandi við upplatingina verður KissFM veitsla í Luux leygarkvøldið 15. mars, har svenski E-Type framførur. E-Type var ein av stóru nøvnunum í Eurodance rákinum miðskeiðis í 90'unum, og hevð tá fleiri rættiliga stór hitt. Men tað er nokk EM sangurin Campione 2000, ið enn livur best millum mannað. Serliga í fótbóltssambondum.

KissFM verður í fyrstu syftu at hoyra í Tórshavn umframt at rásin verður at hoyra á Portal.fo. Her er ætlanin at rásin skal fáa sítt egna lív í tøttum samstarvi við Portal.fo

Fyriskipararnir siga, at eins og VoxPop verður á KissFM lagt seg eftir at seta tónleikin fremst og krydda við væl upplagdum DJ’unum.

 

KissFM fer at spæla alt frá Madonnu til Green Day, frá Robbie Williams til U2, og sjálvandi eisini E-Type, ið kemur at framføra til KissFM upplatingarveitsluna í Luux.