Nýggj tilmæli um koronukanningar

Talið á kanningum, sum verða gjørdar á sjúkrahúsunum, skulu avmarkast

Fólk skulu ikki longur fara á sjúkrhúsini at verða kannað fyri koronu í so stóran mun. Tað er nýggjasta tilmælið frá Kaj Leo Holm Johannesen, landssstýrismanni í heilsumálum.

 

Í áðni frættu vit, at smittutølini eru epsploderað. Les meir um tað her: Smittutølini eru eksploderað

 

Samstundis kemur landsstýrið nú við nýggjum tilmæli um, hvussu vit skulu bera okkum at í sambandi við kanningar. Snarkanningar fyri koronu eru nøktandi sum fyribyrgjandi kanninga fyri at skapa tryggleika, tá ið ongin ítøkiligur illgruni er um smittu, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at hetta hevur hann frá serfrøðini í heilsuverkinum.

 

Støðan er tann, at fólk lata seg kanna, tí tey vilja tryggja seg. Tey skulu kanska til jólaborðhald ella aðrar samkomur, ella tey eru avvarðandi at fólki á ellisheimi, ella arbeiðsplássið vil hava tað, og so framvegis.

 

– Tað er gott, at fólk vilja kanna seg av trygdarávum, men í hesum føri eru snarkanningar nøktandi, sigur landsstýrismaðurin. Við at fólk í størri mun fer at brúka snarkanningar, kunnu vit avmarkað talið á kanningum á sjúkrahúsinum, tí tær eru serliga ætlaðar fólki, sum hava serliga orsøkir at lata seg kanna fyri koronu.

 

Meginreglan er, at sjúkrahúsini skulu bara brúkast til at kanna fólk við sjúkuteknum og fólk, sum hava verið í tøttum sambandi við fólk, sum eru smittað. Tær eru eisini ætlaðar fólki, sum eru ávíst av landslæknanum, og fólki, har ein snarkanning vísir, at tey hava koronu. Fólk, sum koma til Føroya, eiga eisini at fara á sjúkrahúsini at lata seg kanna annan annan dagin eftir at tey eru komin til Føroya.

 

Snarkanningarnar eru ikki líka álítandi sum kanningarnar á sjúkrahúsunum, men tær eru nóg álítandi at brúka sum tryggleikakanningar. Og so hava tær tann stóra fyrimunin, at fólk kunnu kanna seg sjálvi og fáa úrslitið beinanvegin.

 

Nýggja tilmælið hjá Heilsumálaráðnum er gjørt í samráð við landslæknan, og bæði farsóttarnevndin og landsapotekarin hava eisini havt tað til ummælis.

 

Dentur verður lagdur á, at ein snarkanning ikki eigur at verða eldri enn 24 tímar, og mælt verður til at brúka kanningarútgerð, sum er CE-merkt. CE-merkið er prógv fyri, at útgerðin lýkur ES-reglurnar.

 

Heilsølur og og onnur, sum innflyta av snarkanningum kunnu venda sær til landsapotekaran at fáa ráðgeving í hesum sambandi. Snarkanningarnar eru ikki ístaðin fyri koronupassið, men afturat tí, og reglurnar fyri koronupassið eru óbroyttar, sigur landsstýrismaðurin.

 

Talvan niðanfyri vísir í høvuðsheitum, nær tørvur er á PCR-kanning, og nær ein snarkanning, ella ein skundkanning, sum tey kalla tað, er nøktandi.

 

##med2##