Nýggj sunnudags-skúlasangbók

Rættilig ferð er nú komin á arbeiðið at geva út nýggja sunnudagsskúlasangbók at nýta innan Heimamissiónina og Kirkjuliga Missiónsfelagið. Men tað verður kortini ikki fyrr enn móti aldarskiftinum at nýggja bókin kemur út

Sangbókanevndini fyri nýggju sunnnudagsskúlasangbókina eru nú liðug at velja, hvørjir sangir skulu koma í bókina. Arbeiðið við at gera nótarnar er nú farið í gongd.

? Arbeiðið við sangbókini hevur gingið hampuliga væl, hóast tað nú er triðja árið, vit arbeiða við bókini, sigur Leila Højgaard, ið hevur verið formaður í nevndini.


Heimamissiónin

og Kirkjuliga Missiónsfelagið

Bæði Heimamissiónin og Kirkjuliga Missiónsfelagið samarbeiða um at gera bókina.

? At sunnudagsskúlasangbókin verður gjørd saman við Kirkjuliga Missiónsfelagnum, hevur óivað sína grund í, at samarbeitt varð eisini við Missiónssangbókini, sum kom út í 1996.

Leila sigur, at tað eru nógvir av somu sangunum, sum verða sungnir í sunnudagsskúlunum hjá Heimamissiónini og hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Tí er eisini meir sjálvsagt, heldur at hava eina enn tvær bøkur.

Sangbókanevndin hevur tí verið mannað bæði av fólkum innan Heimamissiónina og fólkum innan Kirkjuliga Missiónsfelagið. Nakað av útskiftan hevur eisini verið í nevndini, men síðstu tíðina hava hesi umboðað nevndina: Fyri Heimamissiónina: Leila Højgaard, Toftir, Sigrun Mikkelsen, Sørvágur, Petur Steingrund, Tórshavn og Kristianna Berthelsen, Tórshavn. Fyri Kirkjuliga Missiónsfelagið: Sigurd Syderbø, Klaksvík, Birgir Syderbø, Tórshavn og Hildigunn Thomsen, Tórshavn.

Sunnudagsskúlasangbókin verður nakað øðrvísi í mun til undanfarnu sangbøkurnar. Millum annað verða nótarnir til teir 220 sangirnar í bókina. Nógvir av sangunum hava ikki staðið í bók áður, men nakrir av teimum gomlu sangunum verða kortini við.


Spælir sangirnar

inn á teldu

Tað er Jónheðin Herason Tróndheim, ið nú burturav í ein mánað arbeiðir við at spæla inn og gera nótarnar til sangbókina. Jónheðin er liðugur á Dimmalætting og hevur enn árlov frá starvium í Útvarpi Føroya.

? Eg byrjaði 1. juni og havi spælt inn gott 90 sangir. Síðst í hesum mánaðinum vanti eg at vera liðugur við uppgávuna, sigur Jónheðin.

Arbeiðið hjá Jónheðin fevnir um alt frá at spæla sangirnar inn á teldu, at seta teir upp grafiskt, at gera besifringar og at kanna at ikki feilir eru í.


Áðrenn aldarskiftið

Hóast tað nú er komið uppá pláss hvørjir sangir skulu koma í bókina, so tekur tað kortini rúma tíð, áðrenn bókin kemur út., men áðrenn aldarskiftið verður tað í øllum førum, sigur Leila. Heimamissiðonsforlagið gevur nýggju sunnudagsskúlasangbókina út.