Nýggj skipan av jørð á Strondum

Mikudagin 15. apríl verður útskiftingarfundur í Bygdahúsinum á Strondum.

 

Mikudagin 15. apríl klokkan 19 verður útskiftingarfundur í Bygdahúsinum á Strondum.

 

Tað verður sagt í kunngerð frá útskiftingarnevndini fyri Strendur, har Petur Nielsen er útskiftingarformaður.

 

- Fyribilsplanur, sum er uppskot til nýggja skipan av jørðini, verður lagdur fram á fundinum.

 

Petur Nielsen sigur, at eisini verður lagt fram yvirlit yvir lendið, ið ætlandi verður ognartikið til almenn endamál í samband við útskiftingina.