Nýggj skaldsøga: Væntan og vón

Ein nýggj bók er komin í bókabúðirnar. Tað er skaldsøgan Vón og væntan, sum David Johannesen, fyrrv. sóknarprestur í Vágum, hevur skrivað.

 

Hetta er triðja skaldsøgan hjá Davidi. Bókin er um Jesus og Pætur, kristni og gudfrøði. Skaldsøgan umrøður tilveruspurningar sæð við lutherskum eygum.

 

Tað er Forlagið Vón í Miðvági, sum gevur út, veit folkakirkjan.fo at siga.

 

Skaldsøgan er 147 blaðsíður til støddar.