Nýggj skaldsøga eftir Katrina Ottarsdóttur

Hósdagin 23. mars kemur út skaldsøgan Summarið varar ikki alt árið longur eftir Katrina Ottarsdóttur.

 

Skaldsøgan er eitt sjálvstøðugt framhald av skaldsøguni Gentan í verðini og fer fram í Havn miðskeiðis í 1970’unum.

Tann innhugsna "gentan í verðini" gongur nú í studentaskúla í Hoydølum og roynir at fóta sær á gáttini til vaksnamannalívið og í lívinunum har heima, har dagarnir og -næturnar eru merktar av ótryggleika.

Og hon hevur eitt loyndarmál, sum ongin má vita av.

 

Tað yvirskipaða "evni" í hesi skaldsøguni eins og í fyrru bókunum - og í filmunum - hjá Katrini er viðurskifti millum menniskju. Um famlijulív, sum tað eisini kann vera. Um tað at vera til - eitt lívsins fyrbrigdi, sum ikki slepst undan.

Sum flestallir rithøvundar, brúkar Katrin í síni skriving av sínum egna "tilfari", egnum upplivingum, men spinnur eisini nógv annað uppí, sum einki hevur við seg at gera.

 

Bókin er 300 síður.

Útgevari er nýggja forlagið Asfalt.

Mentanargrunnur Landinds hevur stuðlað útgávuni.

Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt permuna.

 

Bókaframløgur

Í sambandi við útgávuna vera tvær bókaframløgur við práti og signering - hóskvøldið 23. mars í Paname/Gamla bókahandli og mánakvøldið 27. mars í Løkshøll.