Nýggj reglugerð fyri bátapláss á landi

Eysturkommuna hevur fingið nýggja reglugerð fyri bátapláss á landi.

Eysturkommuna hevur fingið nýggja reglugerð fyri bátapláss á landi. Reglugerðin, sum kemur í gildið tann 30. juni 2016, er galdandi fyri bátar í økjum, sum Eysturkommuna varðar av, og sum eru tiknir upp og standa á bátaplássunum í kommununi.

 

Reglugerðin snýr seg í fyrsta lagi um, at bátaeigarar, sum seta bátar ella tómar bátavognar á økið - ella flyta bátar ella vognar av økinum - fyrst skulu boða havnarfútanum frá hesum.  

 

Í reglugerðini verður dentur eisini lagdur á, at bátaeigari hevur skyldu til støðugt at halda økið kring egnan bát reint og ruddiligt, meðan báturin stendur uppi. Sama er galdandi, tá bátur verður sjósettur ella tikin av økinum. Tá skal bátaeigarin eisini syrgja fyri, at økið er reint og ruddiligt.

 

Dentur verður eisini lagdur á, at bátaeigari hevur treytaleysa ábyrgd av egnum báti, sum stendur uppi á landi - at skorað er nóg væl uppundir bátin, meðan hann stendur uppi.

 

Bátar kunnu standa ókeypis á økinum frá byrjan av oktober til endan av apríl, men goldið verður fyri tíðina, sum liggur her ímillum.

 

- Stendur báturin uppi í færri enn 18 dagar, verður einki gjald, men fyri hvønn dag, sum báturin stendur longri uppi enn 18 dagar, verða 30 krónur goldnar fyri hvønn dagin.

 

Eysturkommuna leggur aftrat, at tómir bátavognar/ stólar, sum eru á økinum longri enn ein dag, gjalda 30 krónur um dagin, og lagt verður aftrat, at bátavognar/ stólar gjalda alt árið.

 

Neyvari kunning um nýggju reglugerðina fyri bátar, bátavognar/ stólar á landi kann lesast á heimasíðuni hjá Eysturkommunu - www.eysturkommuna.fo