Á aðalfundinum varð ein nýggj nevnd vald, ið hevur skipað seg soleiðis:
- Formaður: Aksel Kambsskarð Berg
- Næstformaður: Martin Nysted Gardar
- Skrivari: Markus Mortensen
- Kassameistari: Rósa Tyril Gaardlykke
- Nevndarlimur: Steffan Klein Poulsen
Í sambandi við at val liggur fyri framman, varð á aðalfundinum hjá UfM samtykt at virka fyri hesum átøkum:
- At gerandisdagurin gerst lættari hjá ungum, lesandi og barnafamiljum m.a. við at lækka avgjøld á gerandisvørur, gera íløgur í lestraríbúðir og hækka lønirnar hjá lærlingum.
- At sálarheilsan hjá ungum og børnum veruliga verður sett á dagskránnað og pengar settir av til málrættaða fyribyrging og viðgerð.
- At rætturin til lív, sum tann mest grundleggjandi mannarætturin, verður staðfestur við lóg.
- At allir føroyingar hava rætt til at liva og skipa sítt lív eftir egnari sannføring m.a. um guðstrúgv, politiskar áskoðanir og kynsligan samleika. Tó skulu vit standa saman um at verja siðbundnu fatanina av hjúnarbandi, kyni og kynslívi, umframt kjarnufamiljuna sum hornasteinin í samfelagnum.











