Nýggj nevnd í Vágum

07Vestur hevur havt aðalfund, og nýggjur formaður er nú í felagnum

Eftir aðalfundin í 07Vestur í vikuni hevur nýggja nevndin skipað seg. Nýggjur formaður er Jarnhold Nattestad, og nýggjur næstformaður er Jón Nordendal. Hinir nevndarlimirnir eru Jóhan F. á Ørg, peningarøkil, og Heðin Jørgensen og Hendrik Olsen.

Tríggir av teimum, sum hava verið við øll árini, síðani 07Vestur varð stovnað, tóku ikki við afturvali. Teir eru Eivin Jacobsen, Jim Sonni Guttesen og Fróði Heri Poulsen.

Hetta var fyrsta ferðin, at felagið hevði aðalfund undir egnum taki. Í fjør keypti felagið húsini frá Sørvágs Ítróttarfelag, og 07Vestur hevur nú ábyrgdina av øllum ungdómsarbeiðnum í Sandavági og Sørvági, verður sagt í ársfrágreiðingini, sum sæst á heimasíðuni 07vestur.fo.

mynd: 07vestur.fo