Nýggj nevnd í Ferðavinnufelagnum

Eirk Suni Danielsen og Fríðun Jacobsen takkaðu fyri seg í nevndini og tóku ikki við afturvali.

Mánadagin var ársaðalfundur í Ferðavinnufelagnum, og sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum vóru fleiri broytingar framdar í nevndini.

 

Eirik Suni Danielsen, næstformaður, Fríðun Jacobsen og Thora Augustinussen stóðu fyri vali. Eftir mong ár í nevndini takkaðu Eirik Suni Danielsen og Fríðun Jacobsen fyri seg, meðan Thora Augustinussen tók við afturvali.

 

Nýggja nevndin í Ferðavinnufelagnum er mannað av Allan Skaalum, Henny á Líknargøtu, Oddbjørg Højgaard, Thoru Augustinussen og Hans Jákup Kollslíð. Sakaris Frederiksen er tiltakslimur.