Kvinnufrígeringin hevur djúpar røtur. Amerikansku stríðkvinnurnar og ensku suffragetturnar stríddust í fremstu røð fyri kvinnurættindum í 19-20.øld, og hetta stríðið broytti kvinnuleiklutin og familjulívið. Hetta kom av álvara til sjóndar miðskeiðis í 20.øld.
Í 1960´unum mentist vælferðarstaturin og tess tænastur av álvara, hákonjuktururin hevði broytingar við sær – alsamt fleiri kvinnur fóru út á arbeiðsmarknaðin. Tað sokallaða ´húsmóðrarættarliðið´ er eftir hondini farið yvir í pensjónsaldur. Men er hetta ættarliðið við at flyta seg inn aftur í samfelagið? Tað heldur Amalie Lyhne í klummu fyri politken.dk.
Feministarnir hava gloymt verkætlanina
- Verkætlanin hevur mist kósina. Feministarnir hava gloymt, at verkætlanin at ein frígerðing – ikki ein einsrættað verkætlan, skrivar Amalie Lyhne.
Amalie Lyhne, sum er útbúgvin cand.scient.pol metir, at feministarnir í dagsins samfelag eru steðgaðir at krevja frælsi til kvinnur. Teir eru vorðnir ´elitufeministar´, ið krevja tað mótsætta – teir krevja í roynd og veru minni frælsi til kvinnnur.
- Vakrar gentur, ið vilja servera burgarar í hotpants skulu steðga. Tær eru so býttar, at teimum tørva hjálp, til tess at skilja, hvussu kúgaðar tær eru. Kvinnur, ið selja sex hava eina falska tilvitan, og teirra vinna skal tískil bannast. Kvinnur, ið velja at stýra rundan um professorstørv, tørva eisini hjálp, til tess at sanna, at tær skulu velja øðrvísi, skrivar Amalie Lyhne í einari speiskari klummu.
Men nú er ein nýggj kvinnufrígering á gáttuni. Ein kvinnufrígering frá sokallaðu elitufeministunum.
Frá arbeiðslívinum til heimagangandi
- Tað gamla gullbúrið hevur fingið annan ham: fyrr var trupult at vera annað enn heimagangandi húsmóður. Nú hevur tann fatanin tikið eitt u-sving – nú er tað nærum tabu at YNSKJA at vera heimagangandi húsmóður, skrivar Amalie Lyhne.
Sambært einari nýggjari spurnarkanning, ynskja 41% av teimum spurdu barnafamiljunum, at annað av foreldrunum eru heimagangandi, um hetta ber til fíggjarligt. Samstundis ávara fleiri og fleiri serfrøðingar móti, at børnini hava ov langar dagar á dagstovni.
- Eg haldi, at ein nýggj kvinnufrígering er ávegis. Vit vilja sjálvar taka støðu til, um vit skulu selja sex, ganga í hotpants ella vera heima hjá børnunum. Tað skal hvørki staturin ella elitufeministar taka støðu til. Vit kunnu ikki øll liva á sama hátt. Tað eru nógvir hættir at vera kvinna, skrivar Amalie Lyhne.
Hon metir tó, at nýggja kvinnufrígeringin er øðrvísi enn tann gamla, tí tær kvinnur, ið standa í fremstu røð gera tað stillisliga. Hesar kvinnurnar hava ikki ein tørv á at vera sjónligur í almenna rúminum í mun til elitufeministar. Hetta er ein friðarlig kvinnufrígering, sum nógv ikki hava sæð, metir Amalie Lyhne.
- Skjótt fara politikarnir at varnast hesa kvinnufrígering, so vit vónandi kunnu broyta ta einsrættaðu samfelagsskipanina, opna gullbúrið og geva børnunum ein betur uppvøkstur, skrivar hon at enda.