Nýggj kirkja á Argjum um trý ár

Gongst, sum ætlað, verður spakin settur í at byggja nýggja kirkju á Argjum næsta ár

 

- Okkara vón er, at nýggj kirkja stendur klár á Argjum um trý ár.

 

Tað sigur Bjartur Dalsgarð, formaður í kirkjuráðnum.

 

Fyri nøkrum árum varð nógv umrøða um ætlanina at byggja nýggja kirkju á Argjum, men tað var mest tí at øll vóru ikki samd í staðsetingini.

 

Síðani á hevur ikki nógv verið at hoyrt til ætlanina.

 

Men Bjartur Dalsgarð sigur, at fyrireikingarnar ganga sum ætlað.

 

Tað merkir, at nýggja kirkjan er endaliga staðsett á ætlaða stykkinum ímillum Støðlagøtu á Argjum og Sandá og grundstykkið er útvegað.

 

Samstundie er loyvi fingið frá landsstýrismanninum í mentamálum at byggja kirkju á Argjum og tað hava bæði Stiftsstjórnin og Provstadømisráðið, viðmælt.

 

- Harafturat eru tilsøgn givið um at fáa 0,3 prosent av staðbundna skattinum á Argjum til kirkjuna, umframt vanliga kirkjuskattin á 0,6 prosent, sigur Bjartur Dalsgarð.

 

Samstundis er tilsøgn eisini givin um at fáa ein triðing av kostnaðinum í stuðuli frá landinum og kommunan hevur eisini givið tilsøgn um stuðul.

 

Bjartur Dalsgarð sigur, at hendan næsta tíðin skal brúkast til at fyrireika eitt projekt og so verður bjóðað til arkitektkapping um nýggju kirkjuna.

 

Gongst sum ætlað, verður komið rættiliga væl áleiðis við tí í summar.

 

Samstundis skal ætlanin skrúvast saman fíggjarliga. Í tí sambandinum skal greiða fáast á, hvussu stórur eginpeningurin skal vera og samstundis skal spurningurin um lántøku viðgerast.

 

Bjartur Dalsgarð sigur, at kirkjan skal í mesta lagi kosta 40 milliónir, men helst skal hon kosta eitt sindur minni enn tað.

 

- Ætlanin er avgjørt at seta spakan í einaferð næsta ár og so tekur tað eini tvey ár at byggja hana, sigur hann.

 

Tað skerst ikki burtur, at summi eru ikki fegin um at kirkjan verður bygd á stykkinum ímillum støðlagøtu og Sandá.

 

Men Bjartur Dalsgarð sigur, at tey fara at leggja dent á, at byggingin fer fram í samstarvi við kommunu og onnur, so at tey ikki eru til ónáðir.