Nýggj hjálpartólamiðstøð

Nýggja hjálpartólamiðstøðin á Smyrilsvegi skal eisini hýsa eini nýggjari endurvenjingarstovu

Almannaverkið hevur gjørt sáttmála við p/f Fjarðahús um leigu av nýggjari hjálpartólamiðstøð á Smyrilsveg 14.

 

Talan er um bygningin, sum blaðið 14. Septembur fór undir at byggja og sum hevur haft nógvari eigarar síðani. Bygningurin skal høvuðsumvælast, nútímansgerast og hóskast til nýggja endamálið, áðrenn Hjálpartólamiðstøðin flytur inn.

 

Umframt at hýsa Hjálpartólamiðstøðini, verður bygningurin eisini karmur um nýggju endurvenjingarstovuna, ið hevur til endamál at veita endurvenjing til borgarar við skerdum førleika.

 

Hallur Thomsen, depilsstjóri, fegnast um nýggja hølini.

 

- Fyrst og fremst fáa vit ein bygning, sum verður gjørdur til okkara tørv, men samstundis hevur tað eydnast okkum at miðsavna hjálpartólamiðstøðina við høvðusskrivstovuni á Smyrilsveg 20.

 


Nýggju hølini verða væntandi klár at flyta inn í innan ársskiftið.