Nýggj gongustjørna er besti møguleiki at finna lív í rúmdini

Astronomar hava funnið eina nýggja gongustjørnu, sum líkist jørðini. Tað kann svara okkum spurningin, um lív er í rúmdini.

Nýfunna gongustjørnan, Gliese 12 b, minnir á fleiri hættir um jørðina. Her sæst jørðin úr altjóða rúmdarstøðini ISS. (Arkivfoto). - Foto: Nasa/Reuters

##med2##

 

Svarið upp á afturvendandi spurningin, um vit á jørðini eru einastu livandi verur í rúmdini, er komið eitt fet nærri.

Amerikanski rúmdarstovnurin, Nasa, boðar í dag frá, at astronomar hava funnið eina nýggja gongustjørnu, sum líkist jørðini.

Gongustjørnan hevur fingið navnið Gliese 12b og er tann við nærmasta hitalag og stødd sum jørðin, ið nakrantíð er funnin.

At hava funnið eina jarðarlíknandi gongustjørnu skapar bjartskygni í vónini um at kanna møguligt lív í rúmdini.

Tað sigur Anja C. Andersen, sum er professari og astrofysikari við Københavns Universitet.

– Vit stíga nú eitt fet nærri tí spurninginum, um vit eru einsamøl í alheiminum. Tað er besti møguleiki fyri at finna møguligt lív í rúmdini, vit hava funnið, við teimum hættum, vit hava í dag, sigur hon.

Nýggja gongustjørnan hevur á leið somu stødd sum jørðin, og hitin á jarðarskorpuni er 42 stig. Hendan uppdagan er slóðbrótandi á fleiri mátar, tí nýggja gongustjørnan hevur treytir fyri at minna um jørðini og harvið hava lív.

– Vit eru ovurfegin, tí vit hava funnið eina gongustjørnu, sum minnir um jørðina, og sum hevur eina sóllíknandi stjørnu, sigur Anja C. Andersen.

– Um hon er ov nær við stjørnuna, verður tað ov heitt, og er hon ov langt burturi, verður tað ov kalt. Tað, sum eru serligt við hesi gongustjørnuni, er, at hon eins og jørðin hevur eina góða frástøðu til stjørnuna, sum snarar um hana, sigur astrofysikarin.

Stjørnan hjá jørðin er sólin, og frástøðan til sólina er umleið 150 milliónir kilometrar. Tað er ein hóskandi frástøða til, at tað er lív á jørðini.

Næsta stig er at kanna atmosferina kring gongustjørnuna. Minnir hon eisini um jørðina, fer tað at geva eina greiða ábending um møguleikarnar fyri lívi aðra staðni í rúmdini.

– Kanska hevur hon eisini eina atmosferu, sum jørðin, men um atmosferan á nýggju gongustjørnuni er ógvuliga tøtt ella als ikki er har, fara vit ikki at brúka meira krút upp á tað. So er tað ikki møguleiki fyri, at nakað spennandi er at finna har, sigur Anja C. Andersen.

/ritzau/

 

Nýfunna gongustjørnan, Gliese 12 b, minnir á fleiri hættir um jørðina. Her sæst jørðin úr altjóða rúmdarstøðini ISS. (Arkivfoto). - Foto: Nasa/Reuters

Trýst á pílin omanfyri fyri at hoyra samrøðu við Anju C. Andersen, sum er professari og astrofysikari við Københavns Universitet