Nýggj frítíðarstova og ungdómshús

- Fólkatalið í kommununi økist, og harvið økist eisini tørvurin á tilboðum til børn og ung, siga tey í Sjóvar kommunu.

 

Sjóvar kommuna hevur skrivað undir sáttmála við P/F Húsavarðartænastuna (HVT) um bygging av einari nýggjari frítíðarstovu til Sjóvar kommunu. Eisini er ætlanin, at hølini skulu verða karmur um ungdómsvirksemi í kommununi. 

 

Tað vóru Regin Petersen, stjóri í HVT og Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, sum skrivaðu undir sáttmálan. Sáttmálaprísurin er á stívliga 6,4 miljónir fyri umleið 300 fermetrar, og bygningurin verður hitaður við jarðhita.

 

- Fólkatalið í Sjóvar kommunu økist, og harvið økist eisini tørvurin á tilboðum til børn og ung. Børnini og tey ungu eru framtíðin, og vit meta tað vera av alstórum týdningi, at umstøðurnar hjá teimum eru tryggar og rúmligar.

 

Tað siga tey í Sjóvar kommunu í dag, nú sáttmálin er undirskrivaður. 

 

Í kommununi vísa tey á, at í september í 2019 lótu tey tríggjar nýggjar vøggustovur upp, og tá varð mett, at ikki fór at verða neyðugt at byggja út á barnaøkinum í rúma tíð.

 

- Men, longu nú - minni enn trý ár seinni - er barnatalið vaksið so mikið, at tørvur er á at víðka um fermetrarnar og gera umstøðurnar betri hjá teimum elstu børnunum.

 

Barnagarðsstovurnar á Lítlafløtti eru fullar, og í hesum sambandi hevur kommunan valt at skipa tilboðið í skúlabólkinum í nýggju frítíðarstovuni.

 

- Í skúlabólkinum eru børnini, sum skulu brúka eitt ár til at gera seg klár at byrja í fyrsta flokki eftir summarfrítíðina. Hetta tilboð verður skipað í sera góðum samstarvi ímillum námsfrøðingar og hjálparfólk á Lítlafløtti og lærarar í Stranda skúla.

 

Í Sjóvar kommunu siga tey, at nýggja frítíðarstovan verður bygd í tveimum hæddum, og hon verður samanbundin í gomlu frítíðarstovuna við einum millumbygningi, sum verður inngongd og klædnarúm.

 

- Ætlanin er, at skúlabólkurin einsamallur skal húsast í frítíðarstovuni fyrrapartar, og seinnapartin koma fyrsti og annar flokkur eisini at brúka hesi hølir.

 

Nýggja frítíðarstovan verður bygd í tveimum hæddum, og hvør hæddin verður umleið 140 fermetrar. Í niðaru hæddini verður alrúm við køki, aktivitetsrúm og stova. Eisini verða tvey wc, tøknirúm, lyfta og trappuuppgongd til ovaru hæddina.

 

##med2##

 

Í ovaru hæddini verður alrúm, innrættað soleiðis, at rúmið væl kann brúkast bæði til børn og til ungdómsvirksemi, og her verður verkstaður, stova, tvey wc og útigólv út á lendið vestureftir.

 

- Í millumbygninginum, sum verður bygdur í einari hædd, verður høvuðsinngongd við stórari gongd, ið samanbindir ta gomlu frítíðarstovuna við ta nýggju. Uppat gongini verður rúm við klædna- og turkiskápum.

 

Sjóvar kommuna ynskir, eins og á barnaøkinum, at seta fokus á kjarnuvirðir so sum virðing, trivnað og menning og, at øll skulu føla seg væl.

 

- Í ungdómstilboðnum ætla vit at leggja dent á mentan og trivnað, og vit fara at skipa tilboðið soleiðis, at her verður tónleikur, sjónleikur, list og ítróttur, eins og árstíðirnar og alt í føroysku náttúruni fer at seta dám á gerandisdagin.

 

Í Sjóvar kommunu vænta tey eisini, at útferðir, kappingar av ymiskum slag, filmskvøld og matur í víðastu merking verður ein náttúrligur partur av tilboðnum.

 

- Ungdómurin er, eins og fólkið alt, sera fjølbroyttur, og tí fara vit at skipa nógv ymisk tilboð, soleiðis at her verður nakað til øll, verður lagt aftrat.

 

##med3##