Nýggj fólkaatkvøða virðiligur varði fyri heimastýrislógina

Sjálvstýrisflokkurin vil hava fólkaatkvøðu um ríkisrættarligu støðu Føroya at vera í ár 2000. Eina fólkaatkvøðu, har talan ikki verður um at manipulera við at biðja fólk atkvøða blankt, eitt nei, ella seta aðrar viðmerkingar á atkvøðuseðilin, sum gjørt var fyri 50 árum síðani

? Sjálvstýrisflokkurin heldur tað vera upp á tíðina, at vit fara at kanna eftir støðu Føroya fólks til ríkisrættarligu støðu okkara. Flest øll eru samd um, at hon er alt annað enn góð, men kortini kunnu vit ikki semjast um at gera nakað við hana, sigur Helena Dam á Neystabø í viðmerkingunum til uppskot Sjálvstýrisflokkin sum lagt er fyri tingið.

? Frágreiðingin frá bankakanningarnevndini vísir, at tá ið føroyska samfelagið er í einari kreppustøðu, valdar stór óvissa um, hvørjar ábyrgdir, skyldur og rættindir Føroyar og Danmark hava mótvegis hvørjum øðrum. Somuleiðis er seinastu tíðina sáddur ivi um, hvønn status heimastýrislógin yvirhøvur hevur, sigur Helena Dam á Neystabø.


Stjórnmálanevnd

Og uppskotsstillarin nevnir eisini, at í løtuni liggur í tinginum uppskot um at seta eina stjórnmálanevnd at kann stýrisskipanarligu viðurskifti okkara og at seta fram uppskot til eina skipan við størri sjálvræði.

? Vónandi fer tað at bera til at semjast um, at henda nevnd ger tvey alternativ aftrat, eitt við fullum sjálvstýri og eitt, sum er dagføring av verandi skipan, og til tess at tryggja, at arbeiðið hjá nevndini forpliktar bæði nevndina og ta politisku skipanina, hevur sjálvstýrisflokkurin boðað frá, at hann fór at seta uppskot fram um, at løgtingið semist um at leggja spurningin, væl fyrireikaðan, út til fólkið at taka støðu til, sigur uppskotsstillarin.

? Tað er hugsan sjálvstýrisfloksins, at ein nýggj skipan eigur at áseta nágreiniligar treytir og avmarkingar í heimildum hjá løgtingi og landsstýri at skuldbinda samfelagið og fólkið - ikki minst tey komandi ættarliðini.


Rættindir og ábyrgd

? Ein nýggj skipan eigur sjálvsagt eisini at bera í sær, at Føroyar sjálvar hava ábyrgd av samskifti og samráðingum við onnur lond. Hon eigur greitt at definera føroyingar sum eitt fólk við rættindum og ábyrgdum í altjóða høpi.

? Hon eigur sum grundarlag at hava eina langtíðarloysn á fíggjarviðurskiftum Føroya og eina langtíðarloysn á fíggjarviðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, sigur Helena Dam á Neystabø m.a. í viðmerkingunum til uppskotið um eina fólkaatkvøðu ár 2000.