Nýggj føroysk krimi

Seinni í hesum mánaðinum, tann 21. oktober, kemur út ein nýggj, føroysk krimisøga

 

Tað er Jógvan Isaksen, sum enn einferð hevur spunnið eina spennandi søgu saman um William Hammer og Skansadeildina.

 

Hesa ferð er ein kvinna funnin deyð í einum hvítum vørubili, og skjótt vísir tað seg, at drápið hevur samband við kvinnur, sum doyðu fyri tjúgu árum síðani.

 

Tá vórðu skriftstøð úr Prædikaranum funnin í nánd av teimum deyðu, og soleiðis er eisini nú.

 

Skansadeildin við Williami Hammer á odda verður biðin um at kanna tey gomlu andlátini.