Nýggj farleið til Viðareiðis nærkast

Boringin av Viðareiðistunlinum gongur eftir ætlan.

VERKÆTLAN: Boringin av Viðareiðistunlinum gongur eftir ætlan, og nú er væl meira enn helmingurin av teimum 1.895 metrunum, sum í alt skulu borðast.

 

Hetta veit landsverk.fo at siga.

 


Arbeiðið við nýggju farleiðini er komið væl áleiðis. Hvørja viku verða boraðir 70-75 metrar inn í fjallið, og nú eru meira enn 1.200 metrar lagdir afturum. Sostatt eru bert umleið 700 metrar eftir, til hol verður ígjøgnum viðareiðismegin. 
Arbeitt verður 20 tímar um samdøgrið í trimum skifitisvaktum íroknað hvílivakt. Síðuloypandi við boriarbeiðið verður arbeitt við tilkoyringarvegi, har tunnilin skal koma út í Dølum sunnan fyri bygdina á Viðareiði eins og Hvannasundsmegin, har arbeiðið byrjaði, og hol varð sett á í september í fjør.

 

Samlaði fíggjarkarmurin fyri nýggju farleiðina, ið fevnir um tunnil millum Hvannasund og Middal við tilkoyringarvegum báðumegin tunnilsmunnarnar, er 162 mió. krónur. Sambært tíðarætlanini skal tunnilin takast í nýtslu í fyrsta ársfjórðingi í 2017.


Um lýsingina av verkætlanini stendur, at endamálið við henni er at tryggja eina hóskandi farleið til Viðareiðis. Á verandi farleið eru trupulleikar við grót- og skriðulopum, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður. Verkætlanin fevnir um ein 1.895 metrar langan tunnil úr Hvannasundi til Middals. Í Hvannasundi verður nýggjur vegur til tunnilsmunnan gjørdur, eins og nýggjur vegur frá Middali til Viðareiðis skal gerast. Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið 5,5 kilometrar.

 

 

Meira sæst um verkætlanina á landsverk.fo.