Nýggj bussskýli í Havnini

15 slík bussskýli við nýmótans tøkni skulu setast upp í høvuðsstaðnum.

Tórshavnar kommuna hevur sett upp eitt slóðbrótandi bussskýli við Tórsbreyt. Seinasta hond varð løgd á skýlið í gjár, og henta tøknin, sum er knýtt at skýlinum, tendrað. 

 

Á eini talvu ber til hjá fólki at síggja, hvar bussurin er, og nær næsti bussur steðgar við snotiliga skýlið.

- Skýlið er bæði snøgt, tað er lættari at síggja bussin hjá eldri, illa gongdum og øðrum, tí skýlið er gjørt úr glasi, og tí ein kunnandi talva er við skýlið. Tað verður spennandi at síggja, hvussu fólk fara at taka ímóti, at tey síggja, hvar bussurin er, og hvussu long tíð gongur, til bussurin steðgar her við Tórsbreyt, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, við heimasíðuna hjá kommununi.

 

Bussleiðin í Tórshavnar kommunu verður við hesum uppstigað, og tað verður gjørt høgligari hjá fólki at brúka bussin og tænasturnar rundanum. Eftir ætlan verða 15 líknandi skýli sett upp ymsastaðni í kommununi í fyrstu atløgu.