Vit kenna øll sangin um Grækaris Grashøvd, og havan hann hevur á høvdinum. Nú er duoin aftanfyri Ævintýrferðina, Búi Sibbidibbidimdimdubadabadam og Dánjal Kagadingdingkagadingdingkagadum, aftur á ferð.
Nýggja ævintýraferðin hjá teimum báðum er nummar átta í røðini, og Dánjal greiðir frá, at hon viðger ymiskar barnarfilosofiskar spurningur. Lívið er ein hugsi-veistla, sigur Dánjal, har spurningar koma og fara. Og so snýr Ævintýraferðin seg eisini um kærleika. Til dømis, kann man elska ein stein, og kann man skilja Einstein? Í ferðini fara vit eisini at hoyra um eina flúgvisúkklu, sum er ein súkka við veingjum, men sum tímur betur at flúgva enn at súkkla.
Hendan áttanda ævintýraferðin hevur útviklað seg náttúrliga til at hava ein filosofiskan dám. Hon minnur mest um tí seinastu (2011) og tann seinasta minti mest um tí sum var áðrenn hana. Ævintýraferðin er farin ímóti at vera meir filosofisk, har man torur at spyrja teir spurningarnar, sum eru eitt sindur opnir. Ofta kunnu teir ikki svarast, men man spyr teir allíkavæl, sigur Dánjal Kagadingding...
Málbólkurin til ævintýrferðina er 2-92 ár. Her eru sangir og søgur sum eru bæði til vaksin og børn, og spurningar verða ofta settir soleiðis, at teir kunnu skiljast frá bæði einum vaksnum og einum barna sjónarmiði. Tey vaksnu skilja ofta Ævintýraferðina á ein hátt og børnini á ein annan. Og soleiðis læra tey eisini av hvørjum øðrum.
Dánjal og Búi sita um dagarnar og skriva sangirnar og søgurnar til Ævintýraferðina, og tað hevur gingið væl. Dánjal greiðir frá at tað er stuttligt at koma aftur í hetta universið, sum teir hava havt steðg frá síðani 2011. Teir skulu í studio um eina viku, og ætla at verða klárir til ferðina um ein mánað. Munurin á hesi ferðini, og hinum sum fyrr hava verið, er at nú búgva báðir í Føroyum, og tí hava teir stundir til, at strekkja hesa ævintýrferðina yvir longri tíðarskeið.
Ævintýraferðin er tøk í 2015 frá februar til og við juni, men longu nú er áhugin stórur.