Nýggir tónar frá Eli Tausen á Lava

24. juni kemur nýggja tónleikaútgávan hjá Eli Tausen á Lava ‘In a Field’ út, og nú ber til at hoyra fyrsta staklagið.

Staklagið eitur ‘Heart’ og er ein dramatiskur og eldhugaður fagnaður til nøkur av hansara kærastu barndómsminnum. Eli Tausen á Lava fortelur:

 

– Tá eg var lítil elskaði eg at spæla telduspøl, og mítt yndisspæl æt Kingdom Hearts. Eg var púra vekk í søguni, persónunum og tónleikinum, sigur hann.

 

– Tað var ikki meiningin at ‘Heart’ skuldi fagna nakað ávíst, men so skjótt eg hevði skrivað byrjanina av stykkinum, gekk tað upp fyri mær, at har var okkurt, sum minti meg um tónleikin, Yoko Shimomura gjørdi til Kingdom Hearts røðina. Fyri at fagna eitt av mínum yndisítrivum sum barn gjørdi eg av at kalla stykkið ‘Heart’.

 

Eli Tausen á Lava er ein av teimum fyrstu føroyingunum, sum skrivar tónleik innanfyri postklassisku sjangruna. Tónleikurin ljóðar, sum hann kundi verið úr einum filmi ella eini sjónvarpsrøð og er eyðkendur av eini samanseting av norðurlendskari melankoli og serføroyskari dramatisismu.

 

Hoyr ‘Heart’ her: https://bfan.link/heart-3