Fríggjadagin fingu 12 motorpassarar prógv í Tekniska Skúla í Klaksvík. Vilhjálmur Gregoriussen, undirvísingarleiðari, frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum handaði prógvini.
Fyrsta virðisløn varð latin av Norðoya Sparikassa til Róin Hansen og aðru virðisløn lat Føroya Reiðarafelag. Hana fekk Magnus Magnussen.
Tað eru nú sjey ár síðan motorpassaraskeið hevur verið hildið. Hetta skeiðið, sum byrjaði fyri hálvum ári síðan, hevur verið eitt samstarv ímillum Tekniska Skúla í Klaksvík og Maskinmeistarskúlan.
Av tí at fyrispurningarnir eru nógvir og tørført er at manna føroysk fiskiskip við maskinfólki, varð avgjørt at taka motorpassara útbúgvingina uppaftur. Ein motorpassari hevur rættindi at ansa motori upp til 1000 hk.
Eftir ætlan verður farið undir næsta skeiðið í august í ár.










