Hjá Kringvarpinum stákast tey óført við at gera nýtt sjónvarpsstudio klárt. Gamla Studio 2 hjá Útvarpinum verður í løtuni umbygt, soleiðis at hetta í framtíðini verður sjónvarpsstudio.
- Enn restar nakað í, áðrenn vit eru komin á mál. Ljós og skíggjar skulu fáast upp á pláss, grafikkurin skal fínpussast og kameravinklar og annað skal eisini testast, áðrenn vit kunnu senda úr nýggju hølunum, men tað er eingin ivi um, at vit gleða okkum, sigur Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum.
Hon sigur, at nýggja studio er eitt opið høli, sum tó er skipað í tveimum pørtum.
- Dagur & Vika kemur at hava sítt fasta pláss í tí partinum, sum sæst á myndini omanfyri. Hinumegin verður eitt opið rúm, sum kann nýtast til alskyns endamál. Eitt nú formansumfar, Vangamyndina, mentunarsendingar og annað, sigur Liljan, sum ikki dylur, at tey hava saknað eitt høli til sjónvarp, síðani alt Kringvarpið varð savnað í Sortudíki.
- Tað var í juli í fjør, at sjónvarpið flutti niðan. Síðani tá hevur útvarpshøllin verið nýtt sum fyribils upptøkuhøli, og tað er jú ikki optimalt. Bæði tí hølini ikki eru ætlað til hetta, men eisini tí tað forðar fyri, at høllin kann nýtast til onnur endamál. So tað hevur verið ein heldur tungur burður, men um nakrar fáar vikur eru vit vónandi komin á mál, so sendast kann úr nýggju hølunum, sigur tíðindaleiðarin.
Hóast talan soleiðis verður um eina endurnýggjaða útsjónd, so verður sjálvt konseptið handan Dag & Viku ikki broytt.
- Vit eru hampuliga væl nøgd við sjálvt konseptið, sum tað koyrir nú. Sjálvandi er viðhvørt neyðugt at stramma okkurt upp, men talan verður ikki um at endurnýggja tíðindasendingina í sjálvum sær, sigur Liljan Weihe.