Løgreglan fer nú at herða eftirlitið við teimum bilførarum, sum koyra í bilinum har ljósini ikki lýsa sum tey eiga.
Jan Fossaberg, løgreglumaður, sigur, at tað kemur mangan fyri, at løgreglan kemur fram á bilar, har lyktirnar ikki lýsa, sum tær eiga.
Hann sigur, at serliga nógvir nýggir bilar hava sjálvvirkandi koyriljós, men tey kunnu vera rættiliga lumpislig og rættiliga ofta er avleiðingin, at bilurin koyrir ikki við røttum ljósum eftir forskriftunum.
Koyriljós eru bara kravd framman, men tá ið umstøðurnar krevja tað, skulu ljósini aftan eisini lýsa, antin tað er í myrkri, jarðroki ella mjørka.
Men mangan er følarin, sum skal tendra ljósini aftan, tá ið tað krevst, stillaður soleiðis, at ljósini aftan, tendra ikki tá ið tey eiga.
- Følarararnir er so óneyvir, at ljósini tendra ikki fyrrenn tað er vorðið at kalla bølamyrkt, sigur hann.
Tað merkir, at í mjørka, hálvmyrki, kava og jarðroki, tá ið ljós aftan eru kravd, tendra tey ikki.
Oftani tendra tey heldur ikki tá ið koyrt verður inn í tunlar, hóast teir bara eru partvíst upplýstir.
- Tað er avgjørt ein vansi við sjálvvirkandi koyriljósum og tað eru rættiliga nógvir bilførarar, sum lata seg lumpa av hesum og tískil koyra við sløktum ljósum aftan, tá ið umstøðurnar annars krevja, at tey skulu vera tendrað
- Tað eru rættiliga nógvir bilar, sum koyra myrkir, so hetta er eitt øki, løgreglan hereftir fer at hava strangari eftirlit við, sigur Jan Fossaberg.
Ráðini frá løgreglumanninum er, at bilførarar ansa eftir automatikkinum í støðum, har ljós eisini eru kravd aftan.
- Bilførarar eiga at minnast til at tendra ljósini sjálvir, tá ið koyrt verður undir umstøðum, har ljós eru kravd.
Jan Fossaberg sigur, at ein máti er bara at koyra við nærljósum alla tíðina.
|