Nýggir B36 spælarar skoraðu beinanvegin

Tveir av nýggju monnunum vóru millum málskjúttarnar, tá ið B36 í kvøld vann eldra árstalsfelagið trivaligan sigur á Svangaskarði

Helmingurin av teimum fyrstu ellivu vóru ikki í felagnum. Tí kundi kanska roknast við, at tað ikki fór at vera so sannførandi, tá ið B36 í kvøld var gestur á Svangaskarði hjá B68 og Jákupi á Borg.

 

Tølini siga, at B36 vann trivaligan 3-0 sigur, og tveir av málskjúttunum vóru tveir av teimum seks nýggju monnunum, ið vóru millum teir fyrstu ellivu.

 

Hálvleiksstøðan var 1-0, og úrslitið var 3-0. Jann J. Benjaminsen setti hol á longu í 6. minutti, eftir sending frá Andrass Johansen.

 

Tríggjar minuttir eftir steðgin var B36 frammanfyri við tveimum málum. Aftur var tað Andrass Johansen, sum átti uppleggið. Hann fer ivaleyst at fáa landsliðboð, tá ið landsliðið í morgin verður úttikið.

 

Málskjútti var Marius Kryger Lindh, sum í vetur flutti av Argjum og til B36. Hann var eyðsýndur á Svangaskarði í kvøld. Tryggur á bóltinum og við góðum eyga í samanspælinum.

 

Zean Peetz Dalügge er nýggjur álopsspælari. 20 ára gamli danin er leigaður í Vendsyssel, sum spælir í næstbestu donsku deildini. Hann var miðframherji á Svangaskarði í kvøld, og tað var hann, sum eitt korter undan leikloki staðfesti trivaliga B36 sigurin.

 

Hóast B36 var greitt omaná og hevði betri tak á samanspælinum, so vóru toftamenn fleiri ferðir í góðum støðum, uttan at tað eydnaðist teimum at fáa bóltin í málið aftanfyri nýggja B36 málverjan Bjarta Vitalis Mørk.

 

Hjá B68 var tað ætlanin, at Tórður Thomsen fór at verja málið, men hann var ikki tøkur, og tí var tað Terji Brynjarsson, sum vardi B68 málið.

 

Í fjør var miðverjin Áki Johannesen millum B68 lyklaspælararnar, eftir at hann kom fyri seg eftir langan skaðasteðg. Hann hevur verið skaddur undan kappingarbyrjan í ár, og fýra minuttir undan leikloki varð hann skiftur inn.

 

At kappingin um plássini á B36 liðnum er stór sást á beinkinum í kvøld. Michal Przybylski er skaddur og tí ikki tøkur. Fýra B36 spælarar vórðu skiftir inn. Teir høvdu ivaleyst verið kærkomnir millum teir fyrsu ellivu í fleiri feløgum – Símun Sólheim, Hannes Agnarsson, Rani Berg í Soylu og Gutti Dahl-Olsen.

 

##med2##

 

B68 – B36 0-3 (0-1)

 

0-1: Jann J. Benjaminsen

 

0-2: Marius Kryger Lindh

 

0-3: Zean Peetz Dalügge

 

Dómari: Bjarki Danielsen

 

B68: Terji Brynjarsson – Aleksandur Ó. Jensen, Aron Reinert Hansen, Hjalti Strømsten, Bárður Ó. Jensen – Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen, Hanus Højgaard – Villiam Klein, Brian Jakobsen, Jonas Warner

 

B36: Bjarti Vitalis Mørk – Jann J. Benjaminsen, Thomas Lillo, Vilmer Johannes Rønnberg, Magnus Egilsson – Jelle van der Heyden, Mattias Hellisdal, Andrass Johansen – Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Bjarki C. Nielsen

 

##med3##