Nýggi Stapin kemur til landið leygardagin

Tað fer uttan iva at liggja ein ávísur hátíðardámur yvir Toftum leygardagin, tá nýggi Stapin kemur til bygdina á fyrsta sinni.


Talan er um eitt gamalt frystilínuskip, bygt í 1990, ið er keypt til Føroya, ið p/f Regn á Toftum hevur keypt úr Noreg.


Skipið er 42 metrar langt, 9 metur breitt, hevur eina frystiorku á 13 tons pr. Døgn og hevur pláss fyri 220 tonsum.


Tað verður skiparin á gamla Stapanum, Jákup Eli Eidesgaard, ið verður skipari á nýggja Stapanum.


Í samband við, at skipið kemur til landið, verður skipað fyri móttøku á Toftakaj, kl. 14.00, skrivar Nes kommuna á síni heimasíðu.