Leygarmorgun hin 18. juni varð nýggi parturin av kirkjugarðinum í Vági vígdur.
Tað var Patrick de Neergaard, prestur, sum vígdi kirkjugarðin.
Siður er, at tað verður gingið tríggjar ferðir runt um tann partin, sum verður vígdur, meðan sungið verður.
Eftir túrarnar runt um kirkjugarðin, læs prestur upp nøkur ørindi úr Bíbliuni.
Í Vágs kommunu siga tey, at nýggi kirkjurgarður, sum hann verður róptur, varð vígdur í 1970 og aftur í 2009.
- Nú vóru bert nøkur fá gravarpláss eftir, vita tey í Vágs kommunu at siga.
Jón Vilhelm, gravari, sigur við heimasíðuna hjá kommununi, at tað eru 730 gravir grivnar í nýggja kirkjugarði.
- Í tí partinum, sum varð vígdur leygarmorgunin, er pláss fyri 720 gravum, siga tey í Vágs kommunu.











