Útbyggingin av dagstovninum Alvalon í Sørvági gongur væl.
- Flagið varð loyst í september, og nú í mars er betongarbeiðið um at vera liðugt, og stálið er sett upp.
Soleiðis siga tey í Sørvágs kommunu.
Lagt verður aftrat, at hesa vikuna hevur verið gjørt klárt til timburelementini, sum nú verða reist.
- Samstundis verður farið í holt við at skildra bygningin innan. Tá tað er liðugt, kemur tekingin fyri.
Í kommununi vænta tey, at um alt gongur sum ætlað, verður arbeiðið liðugt hin 1. september í ár.
- Og vit vænta, at hetta fer at halda, siga tey í Sørvágs kommunu.
##med2##