Tað var í 2016, at Fuglafjarðar býráð samtykti at lata nýggjan barnaskúla byggja - ein skúla, sum skuldi verða "... meira enn ein skúli".
Bygginevnd og byggileiðsla vórðu sett at stýra arbeiðnum, og spakin varð settur í lendið í mars mánaði í 2017.
Í Fuglafjarðar kommunu siga tey, at MAP arkitektar hava verið høvuðsráðgevi og feløgini, SMJ og LBF, hava verið undirráðgevarar. Fyritøkurnar, ið hava staðið fyri arbeiðnum, eru Heildarverk, MT Højgaard, Elcon og Victor á Lakjuni.
- Við hesum stóra bygningsverki, ið stendur á neyvt sama staði, har gamli barnaskúlin frá 1936 stóð, hava vit umframt vanligar skúlastovur, ið hýsa øllum barnaskúlanum, fingið nýggj og góð hølir til umsitingina, nýggja lærarastovu, og lærararnir hava eisini fingið serstøk fyrireikingarhølir.
Á skúlanum eru nú eisini góðar umstøður til serøkið, bæði við stovum og bólkarúmum.
Í Fuglafjarðar kommunu vísa tey á, at skúlabókasavnið hevur fingið stóra rúmd í nýggja skúlanum, og tað sama kann sigast um ítróttina. Stór og rúmlig ítróttarhøll er bygd, ið eisini lýkur øll krøv til flogbólt.
- Lærugreinin heimkunnleiki hevur fingið sera góðar umstøður, eins og tónleikur eisini hevur fingið góðar umstøður, bæði við tónleikastovu, smærri venjingarhølum og upptøkuhøli. Leiklist hevur eisini fingið egið høli, ið liggja beint við stóru og flottu miðhøllina, ið númar øllum næmingum skúlans.
Miðhøllin verður helst hjartað í nýggja skúlanum, sum kemur at verða ein miðdepil, bæði til spæl, felagsskap og framførslur. Nýggj tannlæknastova er eisini við í verkætlanini, og hon verður væntandi tikin í nýtslu fyri summarfrítíðina.
- Ætlanin er, at nýggi barnaskúlin verður vígdur hin 2. apríl í ár. Tá fær almenningurin høvi at síggja skúlan, og hátíðarhald verður fyriskipað. Hetta fara vit at kunna um nærri, siga tey í Fuglafjarðar kommunu.