Nygaard vil verða toppskjútti

Álopsspælarin Marc Nygaard, sum hevur ættarbond á Tvøroyri, ætlar sær at verða toppskjútti í donsku superliguni. Marc Nygaard kom í ár heim til Danmarkar at spæla, eftir at hann hevði spælt kring Europa í fleiri ár. Og tað hevur gingið væl hjá Nygaard, sum hevur skotið 9 mál higartil í kappingini.

- Fremsta málið hjá einum álopsspælara er at verða toppskjútti, og mítt mál er eisini av blíva toppskjútti í superliguni í hesum kappingarárinum, sigur Marc Nygaard við blaðið BT.

Marc Nygaard liggur í løtuni javnur við OB-framherjan Djiby Fall ovast á málskjúttaralistanum í Danmark.